EMA: Gorillaz spældu live

Tá teknaði tónleikabólkurin Gorillaz spældi á EMA, var talan um eitt bland av livandi tónleikarum og hologrammum, ið vóru á pallinum. Hetta riggaði ótrúliga væl, og fekk flutt teknaða heimin hjá Gorillaz upp á ein pall.

MTV European Music Awards
 
Gorillaz vóru í uppskoti til fýra virðislønir, mest nýskapandi bólkur, besta sjónbandalag, besta lag fingu teir ikki, men tá virðislønin fyri besta bólk varð latin, vóru tað Gorillaz, sum vunnu. Seinna fløgan hjá Gorillaz Demon Days er eins og tann fyrsta ein frálík nýskapandi fløga við Blur sangaranum Damon Alborn og hansara vinum. Tá teir komu á pallin at taka ímóti virðislønini, høvdu teir eisini eitt ynskið um, at royndir bólkar hildu fæst í at vera nýskapandi og ikki lótu plátufeløg stýra sær.