EM VIDEO: Svøríki hevur sent inn eina protest um ivasamt fríkast

(Video) Síggj nógv umtalaðu støðuna, ið gav Fraklandi longda leiktíð móti Svøríki í EM-hálvfinaluni, ið var leikt fyrr í kvøld

Frakland vann EM-hálvfinaluna móti Svøríki aftaná longda leiktíð 34-30 á Svøríki.

 

Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 27-27. Frakland var á odda 17-11, og var betra liðið í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki var Svøríki betra liðið, og Andreas Palicka gjørdi sítt við at bjarga trimum brotskøstum.

 

Við einum dundur fríkasti í seinasta sekundinum av vanligu leiktíðini megnaði Elohim Prandi at tryggja Fraklandi longda leiktíð. Frásøgumennirnir hjá danska TV2 hildu tó, at talan var um eitt óregluligt fríkast, har Elohim Prandi leyp upp frá tá hann meddaði bóltin í svenska netið. Tað mettu teir vera óregluligt. Men onkursvegna valdu dómararnir ikki at hyggja eftir støðuni á video.

 

Nú hevur Svøríki sent eina protest til evropeisku hondbóltssamgonguna, EHF um fríkastið hjá Elohim Prandi, ið svenskarar meta vera óregluligt. Í svenska hópinum skilja tey als ikki, at dómararnir ikki kannaðu støðuna á video.

 

Hanna Fogelström, landsliðssamskipari hjá Svøríki sigur við svenska hondbóltsmiðilin, at tey vita ikki hvat tey fáa burturúr at senda inn hesa protestina móti tí, ið nógv halda vera eitt óregluligt fríkast. Men Hanna Fogelström leggur dent á, at Svøríki kann ikki lata eina slíka støðu fara framvið, og tí er ein protest send til EHF: - Vit fáa at síggja hvat hendir, sigur Hanna Fogelström.

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá hálvfinaluni millum Frakland og Svøríki. Fríkastsstøðan sæst við 1:49 minuttir:

 

##med2##

 

##med3##

 

Frakland - Svøríki  34-30 (27-27 - 17-11)

 

Frakland : Hugo Descat 8, Dika Mem 6, Nedim Remili 5, Ludovic Fabregas 4, Yanis Lenne 4, Dylan Nahi 3, Elohim Prandi 3, Kentin Mahe 1. 

 

Svøríki : Felix Claar 9, Max Darj 5, Hampus Wanne 5, Jim Gottfridsson 4, Jonathan Carlsbogard 3, Lukas Sandell 2, Eric Johansson 1, Albin Lagergren 1.