EM: Royndir bundesligadómarar døma Slovenia-Føroyar

Robert Schulze og Tobias Tönnies døma fyrsta søguliga EM-endaspælsdystin hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti

Í morgin klokkan 17 verður søguliga løtan í Mercedes Benz Arena í Berlin. Føroyska manslandsliðið spælir fyrsta søguliga dystin í einum EM-endaspæli. Mótstøðulið okkara í hesum søguliga dystinum verður Slovenia.

 

Føroyska og slovenska manslandsliðið vera í góðum hondum, tí tað er eitt týskt dómarapar við nógvum royndum, ið skal døma dystin millum Slovenia og Føroyar.

 

Robert Schulze og Tobias Tönnies (myndin) hava dømt dystir í týsku bundesliguni síðani 2007, so vit hava í okkara fyrsta søguliga EM-dysti fingið tveir dómarar frá ovastu hill.

 

Robert Schulze og Tobias Tönnies hava síðani 2007 dømt yvir 600 dystir í heimsins bestu hondbóltsligu, bundesliguni, umframt hópin av altjóða dystum.