EM: Noreg reisti seg aftur

Noreg vann á Niðurlondum í EM-millumbólki 2

Aftaná ein javnleik og tvey tap á rað komu norðmenn á sigurskós aftur í EM-endaspælinum í Týsklandi.

 

Í dag eydnaðist tað Noreg at vinna 35-32 á Niðurlondum í millumbólki 2. Í steðginum vóru Niðurlond á odda 18-16.

 

Noreg avrikaði væl í seinna hálvleiki. Sander Sagosen vísti í dag sítt virði við seks málum og 11 assists. 

 

Sambært norska TV2 var tosaði við stórum stavum í steðginum, og tað hjálpti væl.

 

Fyrr í dag vann Portugal 33-30 (18-17) á Slovenia í millumbólki 2.

 

Klokkan 19.30 verður oddauppgerð millum Danmark og Noreg.

 

Danmark, Svøríki og Portugal hava fýra stig hvør. Slovenia og Noreg hava tvey stig hvør, meðan Niðurlond eru aftast við ongum stigi.

 

Noreg - Niðurlond  35-32 (16-18)

 

Noreg : Magnus Gullerud 7, Alexandre Blonz 6, Sander Sagosen 6, Petter Øverby 5, Kent Robin Tønnesen 3, Christian O'Sullivan 2, Tobias Grøndahl 1.

 

Niðurlond : Rutger ten Velde 8, Boddy Schagen 5, Lars Kooij 5, Niels Versteijnen 5, Dani Baijens 5, Luc Steins 3, Tim Claessens 1.

 

21/1 klokkan 14.30: Slovenia-Niðurlond

 

21/1 klokkan 17.00: Svøríki-Portugal

 

21/1 klokkan 19.30: Noreg-Danmark

 

23/1 klokkan 14:30: Niðurlond-Portugal

 

23/1 klokkan 17.00: Slovenia-Danmark

 

23/1 klokkan 19.30: Noreg-Svøríki