Seinnapartin klokkan 17 spæla kvinnulandsliðini hjá Montenegro og Føroyum bólkafinalu í EM-undankappingarbólki 4. Bæði hava tryggjað sær pláss í komandi EM-endaspælinum undan dystinum í Podgorica.
KVF vísir dystin og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Montenegro er fremst í bólkinum við átta stigum, og Føroyar hava seks stig. Portugal hevur fýra stig og Ísland hevur tvey stig. Klokkan 17 byrjar eisini dysturin millum Ísland og Portugal á Ásvellum.
Montenegro vann 18. oktober í fjør 32-26 á Føroyum í høllini við Tjarnir. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14. Liðini hittust aftur í HM-endaspælinum í Týsklandi. Tá vann Montenegro í innleiðandi bólkaspælinum 32-27 (15-13) á Føroyum.
Montenegro hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Montenegro liggja millum 1,11 og 1,15
Oddsini upp á javnleik liggja millum 11,00 og 16,00
Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 6,50 og 7,50.
HER eru oddsini:
##med2##












