EM-leikarar skulu liva í eini boblu og kannast javnan

Tær skulu kannast fyri koronu í minsta lagi hvønn 72. tíma undir EM í hondbólti í Danmark

Her er í stuttum tað sum stendur í koronoprotokollini, sum er treytin fyri endaspælinum í EM í hondbólti í Danmark:

• Allir luttakarar skulu, vísa eina negativa koronukanning, sum í mesta lagi er 72 tímar gomul.

• Allir luttakarar skulu kannast aftur, tá teir koma til Danmarkar.

• Spælarar og hjálparfólk skulu ferðast beinleiðis til hotellið, har teir skulu vera í sóttarhaldi á hotelkamarinum, til negativu kanningarúrslitini eru tøk.

• Allar tey kannaðu eru undir allar kappingini í eini boblu, har tær ikki eru í samband við persónar uttan fyri bobluna.

• Øll í bobouni verða kannað í minsta lagi hvønn 72. tímar.

• Kanningar skulu gerast privat, so tær ikki leggja trýst á almenna heilsuverkið.

Kelda: Danmarks Idrætsforbund.

/ritzau/