EM: Keðiligt fyri okkum sum elska at spæla landsdystir

Viljormur Davidsen og Gilli R. Sørensen harmast útlitini fyri færri EM-undankappingardystum

Framyvir skal føroyska fótbóltslandsliðið bert spæla seks EM-undankappingardystir, og í mesta lagi átta EM-undankappingardystir.

 

UEFA broytir kappingarleistin, so tað framyvir vera 12 EM-undankappingarbólkar við fýra ella fimm liðum.

 

Viljormur Davidsen hevur blandaðar kenslur um broytingina: - Broytingin er sjálvandi keðilig fyri okkum, sum elska at spæla landsdystir. Tí tað er bæði eitt stórt upplivisi fyri okkum spælarar, og sjálvandi eisini fyri áskoðararnar.

 

Men eitt ella annað stað, so skilji eg eisini broytingina, tí teir spælararnir sum spæla t.d. í Premier Leauge og spæla Champions Leauge dystir eisini, spæla nógvar dystir uppá eitt ár og vera kanska útbrendir ov skjótt, og velja landsliðið frá av tí sama. Og tað hevði verið keðiligt fyri landsliðsfótbóltin, tí tað má vera fyri teir bestu leikararnar í hvørjum landi at vera við til at manna landsliðini. Sigur Viljormur Davidsen.

 

Gilli R. Sørensen sigur í stuttari viðmerking, at hann heldur tað er keðiligt, at vit skulu spæla færri týdningarmiklar dystir.