EM: Hoyr nýggja EM-sangin hjá Peturi Háberg Jacobsen

Hoyr sangin "Berlin 24", ið Petur Háberg Jacobsen hevur gjørt orð og lag til

 

##med2##

 

Hondbóltslandsliðið hjá monnum hevur givið íblástur til góðar nýggjar sangir seinastu tíðina. Tann seinasti at heiðra og stuðla føroysku hondbóltsmonnunum við einum sangi er Pátur Háberg Jacobsen.

 

Til ber at hoyra sangin á ljóðfíluni.

 

Orð og lag: Petur Háberg Jacobsen

 

Ljóðføri og framleiðsla: Niclas Johannesen

 

 

 

1. Hvat er her, sum hendir, hvat er tað, ið sker?

 

Í hvítum reyðum og bláum alt er.

 

Her er nógv lív og lagið er gott,

 

Merkið tað veittrar stolt á húnar hátt.

 

 

 

Niðurlag:

 

Eitt skapandi lið, ið vit fylgjast við,

 

ein serlig sál ein kraft sum stál

 

teir kunnu megna tað, vit droyma um í dag,

 

so serstakt eitt Føroyskt lið, vit halda við

 

 

 

2. Kroppurin fyllist við adrenalin.

 

Løtan er spent,

 

her leikar á í Berlin,

 

kom koyr á nú Føroyar,

 

kom rópið nú við, vit standa saman um eitt sterkt føroyskt lið.

 

Berlin 24 - Orð og lag: Petur Háberg Jacobsen Ljóðføri og framleiðsla: Niclas Johannesen

Berlin 24 - Orð og lag: Petur Háberg Jacobsen Ljóðføri og framleiðsla: Niclas Johannesen