EM: Føroyar eru favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum

Her eru oddsini upp á EM-undankappingardystin Føroyar-Portugal

Í annaðkvøld klokkan 19 skal føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti royna at taka eitt stórt stig at røkka EM-endaspælinum.

 

Mótstøðuliðið í dystinum við Tjarnir verður Portugal. Sama lið er mótstøðuliðið á útivølli komandi sunnudag klokkan 17. 

 

Aftaná tvey umfør hevur Montenegro fýra stig. Føroyar og Portugal hava tvey stig hvør, meðan Ísland einki stig hevur. 

 

Føroyskum landsliðum dáma ofta best at verða "underdogs", men sambært sjey altjóða veddingarfyritøkum eru Føroyar favorittar í dystinum við Tjarnir í annaðkvøld.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru 1,51.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 9,35.

 

Miðaloddsini upp á portugisiskan útisigur eru 3,02.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##