FSF skrivar:
- Um vikuskiftið var árliga barna- og ungdómsráðstevnan á skránni. Ein av luttakarunum var Eyðstein Jacobsen úr Hvalba.
——————
– Øll hava tað sama endamálið, og tað er at skapa nakað fyri ungdómin.
Tað sigur Eyðstein Jacobsen millum annað, tá FSF Varpið fekk orðið á hvalbingin, sum um vikuskiftið var ein av teimum næstan 90 luttakarunum, ið vóru á árligu barna- og ungdómsráðstevnuni hjá FSF.
– Eitt er, hvat er á skránni, men so hava steðgirnir eisini stóran týdning, tí tá verður tosað og sparrað millum venjarar og feløgini, og tað er altíð gevandi, sigur Eyðstein Jacobsen.
HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna FSF-varpið hevði við Eyðstein Jacobsen:
##med2##











