Flytur úr Norra og til Víking

Aron Benjamsinsen fer næstu trý árini at spæla við Víkingi

Víkingur skrivar soleiðis í kvøld:

 

Víkingur og Aron Benjaminsen hava skrivað undir avtalu, sum inniber, at Aron verður ljósabláur komandi trý árini. Sostatt skiftir Aron til Víking úr norska Kristiansund beinavegin.

 

Aron er upprunaliga av Strondum, og hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur hjá Skála ÍF. Aron er sonur fyrrverandi Víkingaleikaran og liðskiparan á landsliðnum, Fróða Benjaminsen. Hann er miðvallari og kann røkja fleiri av framrættaðu plássunum.

 

Hóast Aron bert er 18 ára gamal, so hevur hann longu umboðað føroyska U-21 landsliðið, so tað er eingin ivi um, at talan er um ein ungan og sera evnaríkan leikara.

 

Vit ynskja Aroni vælkomnum í Sarpugerð, og ivast ikki í, at tit taka væl ímóti honum, skrivar Víkingur á facebook.

 

Fyrsta royndin hjá Víkingi í nýggja kappingarárinum verður sunnudagin á útivølli móti grannunum í NSÍ.