Felagið 'Koyristólur skerdur førleiki' hevur aðalfund næsta fríggjadag 6. mars.
Aðalfundurin verður hildin Við Tjarnir frá lokkan 13.30 til 16.
Formaðurin í felagnum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum eisini hevur tikið stig til at stovna felagið, fer at greiða frá um virksemi felagsins.
Hanus Samró, sum sat á tingi frá 2011 til 2015, fer at greiða frá um lív sítt við vøddasvinni.
Barbara Pálsdóttir Vang fer at geriða frá »okkara lívi sum avvarðandi«.











