Í minsta lagi 85 fólk eru dripin í álopinum á ein gentuskúla í Suðuriran í dag.
Tað upplýsir iranska rættartíðindastovan, Mizan, sambært tíðindastovuni AFP.
Hetta hendir eftir at Ísrael og USA hava framt álop á Iran.
– Talið av pínslarváttum á gentuskúlanum í Minab er komið upp á 85, upplýsir ákæruvaldið í umrødda landslutinum, sambært Mizan.
Fyrr hevði ein guvernørur í økinum boðað frá, at 51 næmingar vóru dripnir, meðan 60 næmingar høvdu fingið skaða í álopinum í suðurpartinum av Hormozgan.
Fráboðanirnar eru ikki váttaðar av hvørki USA ella Ísrael.
Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, boðaði í morgun frá, at Ísrael hevur sett í verk eitt "fyribyrgjandi álop" móti Iran.
Stutt eftir segði amerikanski forsetin, Donald Trump, í røðu, sum hann deildi á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, at herurin í landinum hevur sett í verk eitt stórt hernaðarligt átak í Iran.
Iran boðaði frá, at svar fór at vera.
Í morgun boðaði iranska kollveltingarverjan, IRGC, frá, at hon hevði lopið á amerikanska fimta flotan í Bahrain og fleiri onnur anlegg.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir hótt við at leypa á Iran.
Hóttanir stavaðu í fyrsta umfari frá mótmælum móti prestastýrinum í Iran og ótta fyri, at trygdarfólkini í Iran fóru at reka mótmælisfólkini.
##med2##
Mótmælini byrjaðu 28. desember í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, tá handilsfólk fóru í verkfall móti høgari inflatión.
Smátt um smátt breiddust mótmælisgongurnar til nógvar býir í landslutinum, og vreiði vendi sær móti prestastýrinum, sum hevur stýrt Iran síðani kollveltingina í 1979.
Trump hevur síðani hótt við, at USA fer at leypa á Iran, um prestastýrið ikki tekur undir við eini avtalu um kjarnorkuætlanina hjá Iran.
USA, Ísrael og fleiri evropeisk lond stúra fyri, at endamálið við kjarnorkuætlanini hjá Iran er at framleiða eina kjarnorkubumbu, sum Iran hevur noktað.
Ísrael og Iran hava verið fíggindar í nógv ár. Í juni 2025 bumbaðu teir hvønn annan við rakettum og dronum í 12 dagar.
/Ritzau/












