- Eg havi upplivað so nógv í mínum arbeiði í røktini, og nú tað gjørdist mín lagna at gerast sjúk av ALS, er eg ikki óttafull, slett ikki, segði hon í samrøðuni. Myndirnar tók Álvur Haraldsen

Hon hevði ALS - men stúrdi ikki fyri deyðanum

Thordis Skaalum í Sørvági, sum átti hugskotið og var primusmotorur aftanfyri Sørvágs Country & Bluesfestival, er farin. Í juni í fjør hittu vit hana, og tá hevði hon fingið staðfest deyðiligu sjúkuna, ALS

- Eg havi upplivað so nógv í mínum arbeiði í røktini, og nú tað gjørdist mín lagna at gerast sjúk av ALS, er eg ikki óttafull, slett ikki, segði hon í samrøðuni. Myndirnar tók Álvur Haraldsen

- Eg veit, at við sjúkuni ALS er tað bara ein vegur. Mítt motto er, at eg skal liva so leingi, eg livi, men eg havi eisini fyrireikað mína jarðarferð.

 

Soleiðis segði tá 76 ára gamla, Thordis Skaalum, tá vit skiftu orð við hana í juni í fjør. Hon var bæði blíð og fyrikomandi, tá vit komu á gátt í Sørvági, men tað sást skjótt, at hon var viknað. 

 

- Hugskotið til festivalin kom ein góðan dag, tá ein rúgva av motorsúkkum vóru her vesturi. Eg hevði vindeygað opið og hoyrdi brummini frá motorunum. Eg helt hetta vera hugtakandi, og eg fór at hugsa tankan, um tað ikki hevði riggað at havt ein countryfestival her vesturi.

 

Í samrøðuni sigur hon, at hon skjótt hugsaði um fantastiska økið á Dungasandi, og hon sá fyri sær, at her eisini kundi verið ein countrygøta í umhvørvinum. 

 

Thordis Skaalum viðgekk, at heilt síðan hon var smágenta, hevur hon elskað countrytónleik, og hon segði seg minnast sum smágentu dansa country við einum kustaskafti á gólvinum. 

 

- Tá var eg eini 6-7 ára gomul, og eg kendi longu fleiri country-sangir, segði hon.

 

Tey, sum kendu Thordis Skaalum - og tey eru mong – vistu eisini í fjør summar, tá vit vóru á gátt, at heilsan hjá henni er farin at bila.

 

Thordis fortaldi okkum, at hon hevði fingið staðfest álvarsligu sjúkuna, ALS, og í sínum arbeiði í røktini gjøgnum mong ár visti hon eisini, hvat tað merkir.

 

Sjálv hevði hon í sínari tíð verið um ikki færri enn trý fólk, sum høvdu ALS.

 

- Tá segði eg við meg sjálva, at bara eg ikki fái ALS.

 

##med2##

 

Í samrøðuni henda dagin í Sørvági fortaldi hon, at heilsan so smátt var farin at bila fyri umleið tveimum árum síðan, og seinni hevði hon so fingið staðfest sjúkuna, ALS.

 

- Eg veit ikki, um eg upplivi ein nýggjan festival í Sørvági, tí eg havi tað ikki gott. Eg fái ikki flutt meg, og eg noyðist at sova her í stovuni hjá mær. Men, eg havi eisini fyrireikað meg til fara úr hesum heimi.

 

Thordis Skaalum segði, at við sjúkuni ALS visti hon, at tað er bara ein vegur.

- Eg havi upplivað so nógv í mínum arbeiði, og nú tað gjørdist mín lagna at gerast sjúk av ALS, er eg ikki óttafull, slett ikki, segði hon í samrøðuni.

 

Nú hon ikki er meira, takka vit henni og familjuni fyri alt tað, sum Thordis Skaalum var.

 

##med3##

 

 

 

- Eg havi upplivað so nógv í mínum arbeiði í røktini, og nú tað gjørdist mín lagna at gerast sjúk av ALS, er eg ikki óttafull, slett ikki, segði hon í samrøðuni. Myndirnar tók Álvur Haraldsen