VIDEO: Geza og liðfelagarnir vunnu í Nottingham

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Notts County-Grimsby Town 0-1 (0-0)

David Geza Turi fekk 83 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Grimsby Town í útidysti í League Two vunnu 1-0 á søguríka liðnum, Notts County á Meadow Lane leikvøllinum í Nottingham.

 

Tveir minuttir aftaná Geza var skiftur út skoraði Charles Vernam sigursmálið hjá Grimsby við einum rimmar langskoti. 

 

12.500 áskoðarar vóru til dystin, ið er eitt høgt tal fyri fjórðbestu deildina. 

 

Frá Soccerstand/Flashscore fær Geza triðbesta karakterin av øllum leikarunum hjá Grimsby. Geza fær karakterin 7,3 (av 10,0). Frá Sofascore fær Geza karakterin 7,0.

 

Grimsby er nummar 11 í deildini við 52 stigum. Grimsby er trý stig frá sjeynda plássinum, ið gevur rættin at spæla um uppflyting. Á sjeynda plássinum hevur Salford 55 stig.

 

Og týskvøldið klokkan 19.45 hevur Grimsby dyst á heimavølli móti júst Salford.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Notts County-Grimsby Town 0-1 (0-0):

 

##med2##