Iran sigur seg ikki hava brúkt framkomnastu vápnini

- Vit hava evnini at verja okkum offensivt longri, enn fíggindin hevur ætlað, sigur talsfólk fyri iranska verjumálaráðið

Iransku myndugleikar siga, at landið enn ikki hevur brúkt sínar mest framkomnu vápnaskipanir í krígnum móti USA og Ísrael.

- Vit hava evnini at verja okkum offensivt longri, enn fíggindin hevur ætlað, sigur eitt talsfólk fyri iranska verjumálaráðið, Reza Talaei-Nik.

 

Ávaringin úr Iran kemur samstundis, sum amerikanskar og ísraelskar deildir hava framt fleiri hundrað álop á iranskar rakettstøðir og kjarnorkuútbunað.

 

Amerikansku og ísraelsku álopini á Iran byrjaðu seinasta leygardag. USA segði seg fyrr í dag hava søkt at fleiri enn 1700 málum í Iran hesar dagarnar.

 

Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í kvøld.