Elveitingin norður um fjall styrkt

Nýggju tunlarnir norður um fjall eru ikki bert eitt stórt framstig fyri ferðslutrygdina og gerandisdagin hjá fólkinum á staðnum. Tunlarnir hava eisini við sær, at tað hevur borið til hjá Sev at dagføra og styrkja elnetið norður um fjall munandi

Nakað áðrenn tunlarnir norður um Fjall lótu upp 19. desember 2024, varð sløkt fyri søguligari linju hjá Sev. Higartil hevur streymurin til økið verið veittur ígjøgnum loftlinjur, sum vegna veður og vind hava kravt nógv viðlíkahald. Hesar linjur eru nú tiknar úr rakstri og í staðin verður streymurin fluttur ígjøgnum kaðalar, sum eru lagdir í tunlarnar.

 

Á leið 18 km av elkaðali eru lagdir ígjøgnum og millum tunlarnar, og hetta er ein munandi dagføring av elveitingini. Orkutørvurin er nógv øktur seinastu árini, m.a. við smoltstøð á Viðareiði, so tørvur hevur leingi verið á at dagføra elveitingina. Tað er nú gjørt, og elveitingin norður um fjall er framtíðartryggjað fleiri ár fram.

 

 

 

Depilslinjan tikin út

 

Í tí sambandi er eisini nýggjasta fjallalinjan hjá Sev – 30 ára gamla Depilslinjan - endaliga sløkt. Hallur Biskopstø, installatørur og serfrøðingur hjá Sev fekk æruna av at sløkkja hana, nú hon ikki er neyðug longur.

 

- Tað er sorgblítt at taka linjuna út, men samstundis er hetta ein alvorliga spennandi løta, sigur Hallur Biskupstø.

 

Tað eru fleiri fyrimunir við at leggja kaðlar, heldur enn at nýta linjur. Kaðlar eru betur vardir móti uttanhýsis ávirkan sum ódnarveðri og kulda. Og skulu umvælingar gerast, so er lættari atkomuligt kaðlunum, enn at ferðast um fjøll, fyri at bøta um linjurnar.

 

Nýggju 60 kV kaðlarnir veita orku til alt økið norðanfyri Klaksvík umframt stóra vinnuvirksemið í økinum. Við nýggju tunlunum eru væntanir til búðstaðarvøkstur í økinum, og tí er orkuførið  eisini økt og framtíðartryggjað.

 

  

 

371-1 er úti

 

Hallur Biskopstø, installatørur og serfrøðingur hjá Sev, brýtur av Depilslinjuna fyri seinastu ferð. 30 ára gamla linjan er nýggjasta fjallalinjan hjá Sev, og gongur millum verkið á Strond og Depil uppum Lokkan. Hon verður ikki sett í rakstur afur.