Elton John fríkendur fyri stuldur

Tað kemur javnan fyri, at kendir tónleikarar verða lagdir undir at hava stolið tónleik. Nú um dagarnar varð bretski tónleikarin Elton John fríkendur fyri at hava stolið stóra 80’ara hittið Nikita. Ein ókendur amerikanskur sangskrivari, Guy Hobbs, hevði annars drigið Elton John í rættin, tí hann tvíhelt um, at Elton John hevði stolið tekstin frá honum. Dómarin í málinum fríkendi Elton John og helt, at pástandurin hjá Hobbs var slutur.