Elskuligt og brúkiligt

Handlarnir fáa alla tíðina nýggj og herlig ting, sum vit ynskja okkum

Amboðini við blómum eru so fín, at tey kunnu liggja frammi.

Her eru hamari, tong og skrúvublað. Inni í hamaranum finnur tú fleiri smá skrúvubløð. Og inni í skúvublaðnum finnur tú eisini fleiri støddir av bløðum, sum tú kanst seta á skaftið. Mekanikarin í Miðlahúsinum sigur, at hetta eru góð amboð.

Settið fæst hjá Madam Gaardbo í Vágsbotni



Fittasti veggurin

Tapetveggur við smáum myndum frá hollendska PIP studios. Fæst við reyðari, bláari og ljósareyðari bakgrund. Bílegg frá www.blandet-landhandel.dk, sum eisini senda til Føroyar




Nostalgidósir í fleiri støddum. Ein stór, tríggjar smærri, sum hoyra saman, og ein lítil við rundum undirløgum í. Funnið hjá Madam Gaardbo í Vágsbotni