Upprunaliga er Elsa Waage úr Íslandi, og harafturat er hon hálvur føroyingur. Mamma hennara er ættað av Selatrað.
Elsa Waage er í Føroyum í sambandi við Listastevnuna. Saman við manni, dóttir og klaverspælaranum Giulio Zappa roynir hon eisini at njóta føroyska lívið enn einaferð. Tí sum barn vitjaði Elsa nevniliga rættiliga nógv í Føroyum.
? Fyrr dugdi eg rættiliga væl at tosa føroyskt, men tað geri eg ikki longur, sigur Elsa flennandi, og vendir síðani beinanvegin aftur til tað italienska.
? Eg plagdi at vitja í Føroyum tá eg var lítil við mammu míni. Har vitjaðu vit langommu mína á Selatrað, og mær hevur altíð dámað ógvuliga væl her.
Yvirraskaður
Klaverspælari hennara, Giulio Zappa, hevur debut í Føroyum ? og í Skandinavia yvirhøvur.
? Eg eri glaður fyri at vera komin í eitt so forkunnugt stað. Her er vakurt, og eg var veruliga yvirraskaður av tí, sigur Giulio Zappa, sum er úr Milano í Italia.
? Eg havi ongantíð verið í Skandinavia fyrr, og eg eri ógvuliga glaður fyri at vera komin her nú. Serliga saman við Elsu, sum hevur røtur hiðani.
Elsa Waager býr í einum lítlum býi nær Como, sum er tætt við Milano. Hon og Giulio spæla og syngja ofta saman í Italia. Og í Italia hevur Elsa búð í samfull níggju ár.
? Mær dámar best at spæla til konsertir, sigur Elsa. ? Serliga nú, tá eg havi fingið eina dóttir, so dámar mær ikki at vera burtur í ov long tíðarskeið í senn.
Maðurin, sum er úr Italia, og dóttirin eru við í Føroyum. Tá vit tosaðu við Elsu og Giulio, var dóttirin á Selatrað, har hon fær møguleikan at síggja alt tað, mamman upplivdi sum barn.
Elsa Waager og Giulio Zappa skulu spæla til setanina av Listastevnuni. Har fer hon at syngja Erdas Warnung úr operuni Das Rheingold eftir Wagner. Sunnudagin skal vera konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Har fer hon at framføra íslendskar og aðrar norðurlendskar sangir, og endar sjálv konsertin við musical-brotum, sum Elsa er ein stórur fjeppari av.










