Tað er ikki oftan, at ellivu ára gomul børn geva fløgur út. Men tað hevur Maria á Lakjuni í Fuglafirði nú gjørt og klokkan trý seinnapartin mikudagin fer hon at leggja fløguna fram og at skriva undir fløgur til tey, sum vilja tað.
Samstundis fer fuglfirðingurin, Jógvan Andreas á Brúnni, listamaður, at hava listaframsýning
Alt hetta fer fram í húsinum hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði og framsýningin er opin eina tíð.
Maria á Lakjuni bregðar ikki burtur úr ætt, tí hon er dóttir Martu og Eyðun á Lakjuni, sum eisini fæst nógv við tónleik
Á framløguni mikudagin, fer hon at syngja nøkur løg av fløguni, har pápi hennara spælir undir. Hann hevur annars smíðað flestu løgini, ið Maria syngur.
Jógvan Andreas á Brúnni hevur áður havt nógvar framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands.