Ellisheimið á Sýnuni – viðlíkahaldsmálið

Eivin H. Jacobsen, Løgtingslimur fyri Sambandsflokkin
-----

Í grein í Vágaportalinum og Sosialinum leggur Kristoff­ur Gaardlykke undirritaða und­ir at hava ábyrgdina av, at viðlíkhaldið av Ellis­heim­inum á Sýnuni í Vágunum ikki er gjørt.
Orsøkin er ein útbygg­­ingar­ætlan av Ellis­heimin á Sýn­uni, sum felags­komm­unan arbeiddi við í tíðar­skeið­num 2000-2004, tá und­ir­ritaði var borgarstjóri.
Greinin er áleypandi, og er okkurt reglubrot ósømuligt fyri ein mann, sum ætlar sær uppí politikk, men tað bera vit yvir við. Kristoffur er byrjaður uppá sítt valstríð, og tað skal hann hava loyvið til. Vónandi kemur meira kjøt á, sum tíðin líður, enn tað, sum her verður ført fram.
Um tú ætlar tær í poli­tikk, og ætlar at seta fram­tíðar­ætlanir út í kortið, er neyðugt, at tú kennir eitt sind­ur til fortíðina - hon lær­ur okkum oftast nakað um tilgongdir og bakgrund.

Byggiverkætlanir á eldraøkinum
Í greinini skrivar tú, av einari ella aðrari løgnari orsøk, at táverandi borgarstjóri í Sørvágskommunu blokerði fyri, at arbeiðið varð sett ígongd - fígginging var 100% prosent landi.
At landi skuldi veita 100% fígging kenni eg onki til, og er nýtt fyri mær, men at lutfallið millum land og kommunu hevði helst verið tað sama sum í dag. Tað, sum ikki má koma í bland, er, at her var ikki talan um viðlíkhald, sum er trupuleikin í dag, men eina útbýgging av heiminum uppá 12 pláss.
At kommunurnar í Vágum og Mykinesi, sum tá vóru 5 í tali, vóru ósamdar um at út­byggja, er rætt. Í hesum tíðar­skeiði vórðu sambýlir bygd, og vóru fleiri røddir frammi, um at hetta var kanska ein gongd leið at ganga, av tí, at talan var um búfólk við ym­iskum tørvi.
At kommunustýrislimir høvdu stóran áhuga í hesum máli skal eingin ivast í. M.a. varð ein tørvskanning gjørd av felagskommununi millum eldri í Vágum. Henda kanning vísti, hvat eldra ættarliðið ynskti og at tørvurin var ymiskur. Henda kanning gav eina ábending um tørvin, og at hann var ymiskur.

Fortíð, nútíð og framtíð
Tað er nógv vatn runnið í ánni síðan hesa kanning, men vit eru enn ósamd um, hvat er rætta loysnin. Hóast kanningin er 10 ára gomul er hon eitt gott íkast til kjaki um eldrabústaðir.
Fyri fáum døgum síðan úttalaði ein nevndarlimur í Lands­felag Pensjónista, at tørv­urin á búðplássum á Ellis og røktarheimum og Sam­býlum ikki skuldi økjast, men heimarøktin styrkjast. Her eru fólk ósamd, og sigur eitt sindur um hvat fólk halda um bústaðir og umstøður, tað er týdningarmikið at øll verða tikin uppá ráð.
Mín góði vinur Kristoffur - fyri at koma aftur til reglu­brotið um framtíð og fortíð, so var hetta eitt sermerkt tíðarskeið, har borgarstjórar og bygdaráðslimir høvdu vøku­nætur.
Vit høvdu hóra okkum und­an einari kreppu, sum setti síni spor runt um í land­in­um og ikki minst í komm­un­un­um. Nasaholini vóru við at koma undan vatn­skorpuni, so nú kundi tú anda lættari fíggjarliga, men her var nógv at taka hond um, á øllum økjum.
Eitt tíggju ára tíðarskeið við ongum íløgum, setir síni spor í einum lítlum lokal­sam­felag, sum okkara í Vág­um. Eingir barnagarðar ella frí­tíðarskúlar, fyri at nevna tað, sum í dag er mest grundl­eggandi fyri barna­familiur. Í dag er hesin tørvur nøktaður og Vágarnar er eitt vælvirkandi økið.
Men tað, sum stendur eftir, er umstøðurnar hjá okkara eldru og starvsfólkunum á Sýnuni, ikki eru nøktandi. At Ellisheimið á Sýnuni ikki hevur fingið tað neyðuga viðlíkhaldið kunnu vit bara staðfesta. Longri er tann søg­an ikki.

Málið til politiska viðgerð í løtuni
Um tú leggur hesa ábyrgd á meg sum fyrrverandi borgar­stjóra, nú tað verða 10 ár síðan eg fór úr kommunalpolitikki fái eg ikki gjørt so nógv við, men eg skal gera mítt besta at ávirka politiskt í Løg­tinginum.
Mín fyrsti skrivligi fyri­spurn­ingur á Tingið, var um Ellisheimið á Sýnuni. Um hesin hevur verið við til at seta fokus á málið skal verða ósagt.
Men nú sær út til at verða ein vón fyri at finna eina loysn. Politiskur vilji er til staðar, eisini í javnaðar­flokkinum. Tað almenna er sinnað at bera sín part av kostnaðinum, og sum eg havi skilt, er Sørvágs komm­una sinnað at rinda sín part. Vónandi finna kommunurnar ein semju, so málið ikki verð­ur jólatrøll. Har er nógv at takað hond í, tað er bara at koma í gongd.
Livst so spyrst!