Ellis- og røktarheimið, sum ætlanin er at byggja í Vági, verður væl dýrari enn upprunaliga mett.
Tað vísir ein nýggj meting.
Upprunaliga varð mett, at heimið fór at kosta 1,2 millión fyri hvørt búfólk. Men nýggjastu metingarnar hjá Almanna- og heilsumálaráðnum, vísa, at heimið fer at kosta góðar 1,5 millión fyri hvørt búfólk.
Tilsamans er ætlanin at byggja eitt heim til 24 fólk. So ístaðin fyri at kosta 28,8 milliónir, sum upprunaliga ætlað, verður nú mett, at tað fer at kosta 38,5 tilsamans.
Men hetta merkir so aftur tað, at parturin hjá kommununum verður væl størri enn ætlað.
Stuðulin frá landinum er 500.000 krónur fyri hvørt búfólkið og sostatt verður hann 12 milliónir í alt.
Men ístaðin fyri, at kommunurnar í Suðroy eftir ætlan skuldu betala 16,8 milliónir til byggingina, koma tær nú at betala 10 milliónir meir, ella 26,5 milliónir tilsamans.
Hesa upphæddina upp á 26,5 milliónir, kunnu kommunurnar fíggja við einum 10 ára láni, sum er rentufrítt og har tær ikki byrja at betala avdráttir, fyrrenn heimið er liðugt, ætlandi í 2009.
Landsstýrið hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa heimild at læna kommununum peningin.
Støðan í Suðuroy hevur verið serliga vánalig og tí er politiskur vilji til at gera eina serliga skipan fyri Suðuroy, so at tað ber til at byggja heimið. Og tann serliga skipanin er at veita kommununum eitt rentufrítt lán til endamálið og har tey ikki byrja at betala avdráttir, fyrrenn heimið er liðugt og kommunurnar eru farnar at fáa kommunuskatt av tí arbeiði, sum heimið kastar av sær.
Væntar at tað verður bíligari
Tað eru tær fýra kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt, Sumba, Vágur, Porkeri og Hov, sum eru saman um at byggja heimið, tí tær tríggjar kommunurnar í norðaru helvt í oynni, Tvøroyri, Hvalba og Fámjin eru framvegis ikki sinnaðar at vera við.
Men enn er ikki ov seint hjá teimum at skifta meining, skuldi áhugi verið fyri tí.
Annars er tað landið, sum einsamalt hevur rakstrarútreiðslurnar av heiminum og tær verða mettar til 12 milliónir um árið.
Hans Pauli Strøm sigur, at upphæddin er sett sum eitt avgjørt hægstamark fyri, hvat tað fer at kosta.
Tað merkir, at hann metir, at heimið fer at vera bíligari enn tølini, sum her eru sett upp.
Hann sigur, at tá ið farið verður undir byggingina, fara kommunurnar sjálvandi at stremba eftir at fáa byggikostnaðin so langt niður sum gjørligt fyri at sleppa bíligari.
Eftir tí, sum nú liggur í kortunum, fer skuldin hjá Vágs Kommunu at hækka úr 56,5 milliónum, sum hon er nú, upp í 73 milliónir. Skuldin hjá sumbingum hækkar úr 4,5 milliónum, upp í 9 milliónir og skuldin hjá porkenningum hækkar úr 7,2 milliónum, upp í 11,2 milliónir og skuldin hjá hovbingum hækkar úr 3,1 milliónum, upp í 4,6 milliónir.
Sostatt koma vágbingar st skylda tvær álíkningar, hovbingar 1,6 álíkning, men sumbingar og porkenningar koma at skylda beint undir eina álíkning.
Hetta merkir eisini, at vágbingar koma at betala góðar 1,6 millión um árið í avdráttum, sumbingar og porkenningar koma at betala góðar 400.000 krónur í part um árið og hovbingar koma at betala 150.000 krónur í avdráttum. Sí eisini greinina: Kemur ikki óvart á borgarstjóran í Vági.