Elizabeth II hevði var als ikki tann rætti arvingurin, tá hon tók við bretsku trúnuni. Tann rætti var tann nú 62 ára gamli Michael Hastings, sum býr í bygdini Jerilderie í New South Wales í Avstralia.
Tað sigur bretski søgufrøðingurin Michael Jones í einari nýggjari sjónvarpssending. Søgufrøðingurin vísir á, at ein av forfedrunum hjá drotningini, Edward kongur Fimti, var úrslit av einum síðulopi hjá mammuni og tí als ikki borin til trúnuna, tá hann tók við í 1461. Tann rætti arvingurin var harafturímóti hertogin av Clarence, sum var ein av forfedrunum hjá avstralska Michael Hastings, sigur Michael Jones.
Sjálvur ætlar avstraliumaðurin ikki at krevja trúnuna frá Elizabeth drotning.
-Drotningin fer ikki at fáa bræv frá mær um, at hon skal fara út av Buckingham Palace við sínum innan tríggjar vikur, ella at hon skyldar mær húsaleigu fyri 500 ár, sigur Michael Hastings við tíðindastovuna AFP.










