Elias hevur skorað og lagt upp til 120 mál í 13 dystum

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið sera eyðsýndur higartil hetta kappingarárið

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur spælt 13 dystir higartil í bestu svensku hondbóltsdeildini. Dystirnir høvdu verið væl fleiri um ikki verjan hjá týska liðnum, Magdeburg hevði verið so ófantalig og fekk steðgað Eliasi við so ófínum metodum, at Elias fekk eitt brot í kjálkabeinið. Hetta hendi í einum EHF European League dysti í Partille.

 

Men í teimum 13 dystunum Elias hevur spælt fyri Sävehof hevur gingið framúr væl hjá honum.

 

Elias hevur skotið 79 mál og hevur lagt upp til 41 mál í hesum 13 dystunum, og hevur sostatt verið við til at skotið og lagt upp til 120 mál í 13 dystum. 

 

Hin føroyingurin í bestu svensku deildini, Kjartan Johansen hevur skotið 19 mál og hevur lagt upp til 28 mál í 10 dystum fyri Önnered.