Í fjør vann Elias Ellefsen á Skipagøtu svenska meistaraheitið við Sävehof.
Í dag vann Elias svensku steypakappingina við Sävehof á heimavøllinum, Partille Arena.
Sävehof hevði eina 37-30 leiðslu við sær frá fyrru steypafinaluni móti Lugi. Í steðginum í dag var Sävehof á odda 17-13 og samlað 54-43. Elias spældi ein framúr góðan fyrra hálvleik. Gamaní brendi hann onkrar málmøguleikar, men hann hevði hópin av góðum fríspælingum til sínar liðfelagar, ið skoraðu mál, og so skoraði hann eisini fimm mál sjálvur í fyrra hálvleiki.
Elias fekk aftur tvey mál í seinna hálvleiki og legði upp til onnur mál, men tá 11 minuttir vóru eftir fekk hann eitt óheppið reytt kort fyri at taka í armin á einum Lugi-leikara sum var í einari álopsstøðu. Men tey sum skuldu velja dagsins spælara høvdu sæð so nógv gott spæl hjá Eliasi, at tey valdu hann til dagsins spælara.
Tey sum fylgdu dystinum á svenska kringvarpinum, SVT hoyrdu eisini frásøgumann og viðmerkjarar deila nógvar rósur út til Elias fyri hansara gløgga, undirhaldandi og áskoðaravinarliga spæl.
Lugi var samlað omaná í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist Sävehof at javna til 27-27 beint áðrenn dystarlok, og harvið vinna ein samlaðan 64-57 steypafinalusigur.
Við Göteborgsposten sigur Elias: - Hetta kennist gott. Vit hava arbeitt leingi fyri hesum, og tað er ein góð kensla at standa sum vinnarar. Vit hava verið tað besta liðið í kappingini. Vit høvdu ein sera vánaligan útidyst móti Ystad, men í dag vísa vit, at vit eru vinnarar. Vit skulu feira hetta við nógvum øli, sigur Elias.
##med2##
##med3##