Eli Hentze minkað um munin

Nógv mál hava verið á skránni heima á Sandi, har EB/Streymur er á vitjan, og nú tá ið eitt korter er eftir at leika, hevur B71 minkað um munin.

 

Ein maður fór um koll inni í brotsteiginum, og dómarin var ivaleysur og dømdi brotsspark. Veteranurin, Eli Hentze, var settur at skjóta, og hann sendi bóltin í netið, og so er spenningurin aftur í hæddini á Sandi.