Tað verður ikki við Eli Hentze sum venjara, at B71 fer undir uppgávuna at vinna sær sætið aftur í Formuladeildini í 2009. Ímyndin av felagnum staðfesti í sjónvarpinum í kvøld, at hann hevur boðað leiðsluna frá, at hann leggur frá sær. - Tað gjørdi eg teimum greitt fyri mánaðum síðan. Og tað var líkamikið, um vit spældu í bestu ella næstbestu deildini, sigur Eli Hentze við Kringvarp Føroya.