Hanus Vang
--------
Í 1994, í 2002 og nú í 2010 vilja peningastovnar flyta tað arbeiði, Elektron ger, av landinum. Vandi er fyri, at munandi partur av eini 100 arbeiðsplássum sostatt vera óneyðug her á landi.
Higartil hava teir ikki kunna gjørt hetta ímóti føroyska samfelagnum, tí lógarverkið hevur forðað tí.
Er nakað broytt í lógarverkinum síðani 2002 sum ger, at tað nú kann gerast?
Annars sigst, at útflaggingin kostar trífaldar miljónir.
Um nú tølini vísa, at tað er munandi bíligari í víðastu merking (cost benefit á juppamáli) at flyta hesi arbeiðspláss av landinum, so stingur spurningurin seg upp, um ikki tað so eisini er dupult so snilt at niðurleggja føroyska bankakervið og hava lán og alt annað í danska ella skandinaviska kervinum. Ella onkra aðrastaðni.
So fara vit at spara almikið av peningi. Eitt nú tveyfaldaðar miljónir til leiðslusamsýningar.
Um vit bankakundar eisini flagga út, so er ein møguleiki, at fremmandu bankarnir fara at seta gongd á og brúka Elektron, tí felagið er her.
Nevnir 2015-visjónin ikki, at vit um fimm ár vera fremst á telduøkinum og vera serveitarar til smá samfeløg um allan heim?
Tað sær als ikki so út við hesi gongd.