Indisku myndugleikarnir siga, at talan er um eina yvirgangsatsókn. Minst 66 fólk doyðu í nátt, tá eldur kom í eitt tok, sum var á veg úr indiska høvuðsstaðnum New Dehli til Pakistan.
Indiski samferðslumálaráðharrin segði í morgun, at løgreglan hevur fingið at vita frá vitnum, at tey hoyrdu minst tvær spreingingar í tokinum. Sambært ráðharranum skal jarnbreytarfelagið, sum eigur tokið, hava váttað tíðindini um tvær spreingingar.
-Hetta var helst yvirgangur, sigur talsmaðurin hjá stjórnini í New Dehli.
Tey flestu, sum lótu lív, vóru pakistanar, og pakistanska stjórnin vil eisini vera við, at talan var um yvirgang.