Tíðliga í morgun fekk MRCC í Føroyum boð um, at eldur var í íslendska farmaskipinum Godafoss, sum var inni í føroyskum sjóøki ávegis til Íslands.
Godafoss er staddur einar 75 fjórðingar vestan fyri Mykines.
Eldur er í skorsteininum og roynt verður at sløkkja.
Veðrið er útsynningur 17-20 m/s við tungari aldu. Eitt annað íslendskt farmaskip Arnafell er nærhendis og væntast at vera á staðnum um ein tíma.
Íslendski bjargingarflúgvarin er farin úr Íslandi, Brimil og Tjaldrið eru bæði á veg, og roknað verður við, at Brimil verður á staðnum einaferð eftir klokkan 13 og Tjaldrið nakað seinni.
Føroyska tyrlan er klár at fara og tvær íslendskar tyrlur standa klárar í Hornafirði.
Veðurvánirnar á staðnum eru ikki nakað serligar. Útsynningur 15-20 metrar um sekundið við ælingi og aldan væntast at fara upp í 6 metrar, sigur MRCC
Upplýst verður, at 16 mans eru við Godafossi.