Eldurin hevur tó ikki darvað ferðsluni um brúnna Fyrrapartin kom eldur í eitt góðstok, júst sum tað var á veg yvir um brúnna um Stórabelti.
Tokførarin varnaðist ikki eldin sjálvur, men ein lastbilaførari sá royk koma frá tokinum og varskógvaði tokføraran um, hvat var á vási, sigur TV2. Tað eydnaðist tokføraranum at steðga tokinum og at fáa tamarhald á eldinum.
Eldurin hevur ikki ávirkað tokferðsluna um Stórabelti.