Eldur er í tjóðartinginum í Suðurafrika

Eldur er í morgun í suðurafrikanska tjóðartinginum. Ógreitt er, hvat er hent

 

 

 

Eldur er í tjóðartingsbygninginum í Suðurafrika í morgun. - Foto: Marco Longari/Ritzau Scanpix

Eldur er í morgun kyknaður við tjóðartingið í Suðurafrika í milliónbýnum Cape Town. Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

Sløkkiliðsfólk eru á staðnum við bygningin, har stórir logar og tjúkkur roykur sæst kring bygningin.

– Eldur er í takinum Tjóðartingið – annað kamarið av tinginum, brennur eisini, sigur talsmaður fyri tilbúgvingina í býnum sambært AFP.

– Tamarhald er ikki á eldinum, og rivur síggjast í bygninginum.

Myndir á sosialum miðlum, sum ikki eru góðkendar av AFP, vísa, hvussu eldurin logar upp gjøgnum takið á tjóðartinginum.

Einki er frætt um orsøkina til elding.

Fyrstu frásagnirnar benda á, at eldurin, sum er á triðju hædd, er byrjaður í einum skrivstovuhøli, haðani hann hevur breitt seg móti einum venjingarhøli.

##med2##

Tað sigur Jean-Pierre Smith, sum er limur í borgastjóranevndini í Cape Town, sum hevur ábyrgd av trygdini, sambært Reuters.

Sjónvarpsmyndir vísa, at tilbúgvingin er á staðnum. Sambært Smith arbeiða umleið 36 sløkkiliðsfólk við at sløkkja eldin.

Ikki er greitt, um nakar er inni í bygninginum.

/ritzau/

 

Eldur er í tjóðartingsbygninginum í Suðurafrika í morgun. - Foto: Marco Longari/Ritzau Scanpix