Eldraráðið fyri Roðan skipar fyri kunnandi fundi

- Hesaferð verður dentur lagdur á kunning um Vitjunartænastuna, og her verður demens-filmur vístur, sigur Eldraráðið fyri Roðan.

Týsdagin hin 31. oktober, sum er týsdagin í næstu viku, verður fundur fyri allar eldru borgarnar í Sjóvar kommunu - frá 60 árum og uppeftir.

 

- Fundurin verður í bygdahúsinum á Strondum, og byrjað verður klokkan 19. Fyrireikararnir siga, at tað er ikki neyðugt at geva boð um luttøku.

 

Eftir fundin fer Eldraráðið fyri Roðan at bjóða kaffi, te og heimabakaða skuffukøku.

 

Á tiltakinum hesaferð verður dentur lagdur á kunning um Vitjunartænastuna hjá Roðanum, og her verður demens-filmur vístur, sum Eldraráðið hevur fíggjað.

 

Kunning verður eisini um heilsugóðan mat og rørslu og her verður kunnað um munin á einsemi og tað at vera einsamallur ella einsamøll.

 

- Her verður eisini kunning um hospice, sms-skipan og ymiskt annað, siga fyrireikararnir.

 

Eldraráðið fyri Roðan heitir á tey yngru um at geva teimum eldru boð um henda møguleika, sum kunningarfundurn týsdagin er.

 

- Fólk eru vælkomin at taka brøvini um SMS-skipanina við á fundin, um tit ikki longu hava sent tey inn aftur til okkum, verður lagt aftrat.