ElBaradei: Mubarak má fara av landinum

Mohamed ElBaradei, fyrrverandi leiðari fyri altjóða kjarnorkustovninum og nú ein av fremstu andstøðuleiðarunum í Egyptalandi, segði í dag, at avgerðin hjá Hosni Mubarak, forseta at manna eina nýggja stjórn loysir ikki trupulleikarnar í Egyptalandi.

-Eg havi virðing fyri tí nýggja varaforsetanum, Suleiman, og tí nýggja forsætisráðharranum, Shafiq, men at skifta nakrar einstaklingar út er ikki nóg mikið. Eg biði tí Mubarak, forseta og stjórn hansara fara av landinum sum skjótast, segði ElBaradei.

-Egyptaland verður eitt betri Egyptaland uttan Mubarak, segði ElBaradei.

Eygleiðarar siga tað vera merkisvert, at Mubarak hevur sett fyrrverandi fregnartænastuovastan til varaforseta og ein general til forsætisráðharra. Summir eygleiðarar halda, at forsetin hevur verið undir trýsti frá herinum og kanska eisini amerikonsku stjórnini.