”El Clasico” verður fluttur vegna ófrið

Tað er politiskur ófriður í Katalonia og tað ávirkar nú fótbóltin

Spanska fótbóltssambandið hevur valt at flyta stórdystin millum FC Barcelona og Real Madrid, sum skuldi vera 26. oktober, tí tað er politiskur ófriður í Katalonia. Nú skulu feløgini semjast um nær ”El Clasico”, sum dysturin verður nevndur, skal spælast.

Tað er politiskur ófriður í Kalalonina, eftir at níggju persónar hava fingið til samans hundrað ára fongsulsrevsing, fyri teirra luttøku í umstríddu fólkaatkvøðuni í Katalonia. Mett verður, at fólkið í Katalonia eisini fer at brúka dystin sum eitt grundarlag fyri mótmælistiltøkum.

##med2##

”El Clasico” er millum tær uppgerðirnar, ið vekja størst ans á altjóða sjónvarpspallinum. Feløgini hava fingið til mánadagin at finna ein nýggjan leikdag. Her er eitt boð, at dysturin verður spældur 18. desember.