Eksotiskur kvinnudagur í Norðurlanda-húsinum

Pakistanskt "stand-up" og songlæra í urdu eru tilboð kvinnudagin í Norðurlandahúsinum í ár.

Altjóða kvinnudagin 8. mars fer pakistanska Shabana Rehman á pall í Norðurlandahúsinum við sínari stand-up framførðslu "For Konge og Fædreland.

Shabana Rehman er pakistansk/norsk og fyri 15 árum síðani var hon fyrsta pakistanska kvinna sum fór á pall í Noregi við satiru og frekum søgum, og hevur mangan staðið fyri skotum av tí sama.


Umframt "stand-up" við Shabenu Rehman ber til at fara til "Vokal verkstovu" kvinnnudagin, har 4 sangarar úr kvinnubólkinum Radiant Arcadia hava frálæru frá kl. 12 - 15. Tær hava ymiskan uppruna men búgva allar í Danmark, skrivar Norðurlandahúsið á heimasíðuni.

Verkstovan fer at geva høvi til at læra sangir innan Urdu, Nasheeds, Qawali, Yiddish, Arabiskan, Hindiskan, Bulgarskan sangteknikk.