Valla eru lønarútreiðslurnar hjá teimum sum valda og virka í Norðurlandaráðnum minkaðar í sama mun, sum virðislønin hjá teimum fimm listafólkunum, sum í gjárkvøldið vórðu heiðra.
Síðani 1995 hava virðislønirnar verið 350.000 krónur til hvønn av virðislønarmóttakarunum. Men nú máttu listafólkini víkja, og virðislønin er skorin niður í 300.000 krónur.
Kristina Háfoss er stjóri í Norðurlandaráðnum, og hon greiddi soleiðis frá herfyri, tá vit spurdu hana, hví hendan avgerð er tikin:
– Í samband við, at Norðurlendska Ráðharraráðið samtykti visjón 2030 um, at Norðurlond skuldu gerast heimsins mest burðardygga og integreraða øki í heiminum, vórðu fýra ára fíggjarkarmar 2021-2024 samtyktir, har játtan m.a. verður flutt frá mentamarøkinum til grønu umleggingina og grønar verkætlanir.
– Í fíggjarætlanini hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri 2021 sæst hetta aftur, m.a. við at játtanin til heiðurslønirnar hjá Norðurlandaráðnum eru minkaðar, sigur Kristina Háfoss, sum er stjóri í Norðurlandaráðnum.
Hon vísir á, at formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur í ár valt at seta 200.000 kr eyka av til heiðurslønahandanina hjá Norðurlandaráðnum, fyri at kompensera fyri part av niðurskurðinum hjá Ráðharraráðnum. Lækkingin í játtanini frá Ráðharraráðnum er tó størri enn hetta og gongur niðurskurðurin tí framhaldandi útyvir heiðurslønarupphæddima, ið minkar niður í 300.000 kr.
Hon sigur eisini, at Norðurlendska Ráðharraráðið og Norðurlandaráðið í løtuni eru í samráðingum um fíggjarætlanina fyri 2022, og at minkaða játtanin til mentanarøkið er partur av hesi samráðing.
Fíggjarætlanin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum er umleið eina milliard krónur árliga og verður løgd fyri Norðurlandaráðið til atkvøðugreiðslu á ársfundinum, sum er í Keypmannahavn í hesum døgum.
Í Sosialinum herfyri fanst Martin Næs, fyrrverandi deildarstjóri í Mentamálaráðnum hvassliga at hesi avgerð hjá Norðurlandaráðnum. Hann mælti til, at Føroya játtaðu tær 250.000 krónurnar, sum vantaðu í, til tess at allir fimm virðislønarvinnararnir kundu fáa somu upphædd sum seinastu 25 árini, 350.000 krónur.