Eivør í sínum rætta elementi

Endiliga var elskaða diva’in Eivør aftur. Hesa ferð hevur hon trivið aftur í klæðiliga rokkstílin, vit fjepparar minnast frá Clickhaze tíðini. Leygarkvøldið undirhelt hon ein góðan tíma við nýggjum og eldri løgum, væl uppløgd og osandi av orku

Soleiðis. Akkurát soleiðis skal tað vera. Endiliga var elskaða føroyska diva’in aftur at hoyra. Hesa ferð spruttandi við orku, og hevði hon trivið aftur í gamla rokkhamin, vit Eivør fjepparar ofta seta í samband við Clickhaze. Bara átta ár seinni, og sum ein nógvar ferðir betri sangari. Leygarkvøldið vísti Eivør hví hon er Føroya best umtókta songkvinna. Hennara evni til at endurnýggja seg sjálva vísa seg at vera ein botnleys kelda av íblástri. Síðan vit hoyrdu Eivør seinast, hevur hon verið úti og ferðast, og savnað sær nýggjan íblástur, og var hann týðiligur í indiska tónleikinum, sum koyrdi meðan fólk funnu sítt pláss inni í stóra salinum í Norðurlandahúsinum. Dramatisku pallsetingina hevur hon hildið fast við. Við eitt varð alt myrkt inni í salinum, og bert ein lítil ljósstrála lýsti á Eivør leikandi á eitt fremmant ljóðføri, at líkna við eina harpu. Spakuliga komu restin av manningini til sjóndar á pallinum, og konsertin kundi byrja.


Nýggja Eivør

Konsertskráin hjá Eivør varð leygarkvøldið sett saman av nýggjum og eldri tónleiki. Nýggju løgini vóru tikin úr rokkutu skuffunum, og gomlu løgini høvdu fingið eina endavending. Hon hevði líka sum rokkað tey eitt sindur til, og riggaði hetta fantastiska væl. Vakra lagið hjá Bill Bourne, Only a Friend of Mine, hevði hon eisini við á konsertini, og hesum hevði hon givið ein meir reggae kendan stíl.

Hendan broytingin í tónleikinum vísti seg at vera gjøgnumgangandi fyri nýggju Eivør. Hon hevði broytt sína frisuru, og fingið sær ein tjúkkan frunt, sum innrammaði andlitið so vakurt. Nýggjur kjóli, nýggir litir, nýggjur tónleikur og nýggjur trummari. Finski Abdissa “Mamba” Assefa sat hetta kvøldið við trummurnar, og er hann partur av nýggja bólkinum hjá Eivør. Harafturat hevði hon makan, Benjamin Petersen á gittar, og Mikael Blak á bass. Sjálv spældi Eivør gittar, trummu og moog, sum er ein gamaldags synthezisar.

Eingin ivi er um, at Eivør er eitt listafólk, ið tekur tónleikin í álvara, hon fær nógv at skafti, og gongur upp í tónleikin við lív og sál. Men leygarkvøldið hevði hon líka sum fingið kraft av nýggjum. Eitt stórt spark í afturpartin. Frá vakra og trygga tónleikinum á Mannabarn, hevur hon førkað seg nærri rokkinum, ið klæðir henni so væl. Hon var djørv, frek og heilt fantastiska kul.


Fitt par

Skráin var væl sett saman við fleiri rokkutum løgum, síðan nøkrum friðarligum løgum í slag, og so aftur yvir í rokkin. Persónliga kundi eg væl sitið og lurtað eftir eini heilari konsert bert við rokktónleiki frá Eivør. Tað tykist, sum at hon í rokkinum veruliga er í sínum rætta elementi.

Kann nevna lagið Mín móðir, við eini rúgvu av munn- og andingarteknikkum, sum altíð er hugtakandi at hoyra hana framføra. Og so vísir hon eina ótrúliga presisión í hesum lagi. Eitt fremmant lag hevði kortini fingið pláss á skránni hjá. Tað var vakra lagið Suzanne hjá Leonard Cohen, sum Eivør og Benjamin í felag sungu. Eivør endaði konsertina við Nú brennir tú í mær, har hon gav alt hon átti. Áhoyrarnir vóru sjálvsagt ikki nøgdir við tað, og klappaðu hana inn aftur. Hon hevði goymt tvey eykaløg til hetta, og vóru tað Elinborg og Elisabeth Maria og Mussisjúk. Aftur her var samanspælið millum parið ómetaliga stuttligt at síggja og hoyra, har hann við gittaranum hermdi eftir hennara ljóði.


Eivør og eygað

Fyrr um dagin var fernisering í Norðurlandahúsinum. Tað vóru málningar hjá Eivør sjálvari, ið prýddu dansistovuna í Norðurlandahúsinum. Flestu av málningunum eru málaðir í ár og í fjør, men teir eru eisini úrslit av fríløtum á gistingarhúsrúmum, tá hon hevur verið á konsertferð. Fyri nøkrum árum síðan hevði hon sína fyrstu og einastu listaframsýning, og tá seldi hon hvønn tann einasta málning. Hesa ferð vóru 9 málningar við, týðiliga við íblástri úr til dømis India. Á onkrum av málningum er stílurin at líkna við stílin á gomlu málningunum, og hava teir eitthvørt andaligt yvir sær. Framsýningin hevði fingið heitið, Eygu Hugans, og gekk hetta eygað aftur í fleiri av málningum, umframt í einum listaverki, ið stendur miðskeiðis í rúminum.

Tað vísir seg ikki at vera tað tingið, Eivør ikki kann ella dugir. Aftur hesa ferð bergtók hon, og verður saknur í henni í summar, tá hon verður burturstødd meðan festivalarnir eru. Næstu ferð hon verður at hoyra, verður saman við ORKA tá Stuðulskonsertin verður í Norðurlandahúsinum 7. mai.