Eivør og Pætur syngja sama lag

Árliga jólakonsertin í Christianskirkjuni verður komandi týskvøld klokkan hálvgum átta. Millum luttakararnar í ár verða tey bæði Eivør Pálsdóttir og Pætur við Keldu. Hetta er fyrstu ferð, at tey bæði syngja saman til eina almenna framførslu

Klaksvík:
Jólakonsertin í Christianskirkjuni, sum Klaksvíkar Hornorkestur skipar fyri, plagar at vera sera væl umtókt. Kirkjan er vanliga stúgvandi full av fólki, sum njóta jólatónarnar frá orkestrinum og kórum. Onkuntíð hava einstaklingar eisini verið við. Og soleiðis verður aftur í ár.
Eivør Pálsdóttir og Pætur við Keldu fara at framføra nøkur løg á konsertini, sum verður týskvøldið tann 16. desember. Tey bæði fara at syngja hvør sær og saman. Og so fara tey eisini at framføra eitt lag saman við hornorkestrinum.
Eivør fer at syngja bæði accapello og saman við klaverfylgispæli, sum Pætur fer at taka sær av.
Fyrireikarar av jólakonsertini er Klaksvíkar Hornorkestur. Tey eru sera spent uppá hesa konsertina, tí Eivør og Pætur gera hana til nakað heilt serstakt í ár.
? Hugskotið fingu vit, tá vit fóru at hugsa um konsertirnar, sum Sissel Kyrkjebø hevði í Christianskirkjuni fyri nøkrum árum síðani, sigur Heri Ellingsgaard, virkandi formaður í orkestrinum.

Flutt til týsdag
Vanliga hevur jólakonsertin verið sunnudag. Men í ár er hon so løgd eitt týskvøld.
? Hetta er ikki nakað, sum vit hava ætlanir um, skal verða framyvir. Konsertin í ár verður týsdag av tí einføldu orsøk, at Eivør kann ikki verða í Klaksvík tann sunnudagin frammanundan, tí hon hevur eina konsert í Íslandi og kemur tískil ikki til landið fyrr enn mánadagin, greiðir Heri Ellingsgaard frá.
Hann sigur, at tey eru sera spent upp á konsertina í ár, tí hetta er eitt sera aktuelt par, sum fer at framføra saman á fyrsta sinni.
Heri vísir á, at um ein hugsar um, hvussu væl konsertirnar við Sissel eydnaðust, so er hann ikki í iva um, at tað verður sera flott, tá Eivør við síni vøkru rødd fer at syngja í Christianskirkjuni. Leggjast skal afturat, at Christianskirkjan er helst tað hølið í býnum, sum hevur bestu ljóðviðurskiftini.
Til konsertirnar við Sissel vórðu fólk so hugtikin, at tað varð klappað fyri henni í endanum av konsertini. Tað er ikki vanligt, at tað verður klappað í kirkjuni, men tá var talan um eina reina konsert. Jólakonsertin er ein andakt, har bæði inn- og útgangsbøn, signing og bønarhald er.

Gleði og hornblástur
Sum altíð so verða horntónar og kór eisini við á konsertini. Í ár verður tað eitt nýtt kór úr KFUM og K, sum luttekur. Talan er um eitt gospelkór, sum eitur Gleði. Tað er Tummas Pauli Mýri, sum stjórnar kórinum, og fara tey at framføra nøkur jólaløg. Og so spælir fyrireikandi orkestrið sjálvandi eisini fleiri løg á konsertini.
Heri sigur, at tað eru tey somu jólaløgini, sum meiri ella minni mugu ganga aftur á hvørjum ári, tí teirra inntrykk er, at fólkið væntar tey. Men so hevur orkestrið somuleiðis eini tvey ella trý meiri ótraditionell løg við.
Norðmaðurin Kjell stjórnar Klaksvíkar Hornorkestri. Konsertin byrjar sum sagt klokkan hálvgum átta og fer væntandi at vara umleið hálvanannan tíma.