Eivør ger vart við seg í Noregi

Norska sjónvarpið hevur gjørt innslag um Eivør Pálsdóttir.Leinkjuna til sjónvarpsbrotið fært tú longri niðri í greinini. Eftir at hava spælt fleiri konsertir saman við stóra bólkinum Vamp í Noreg fyrr í ár, umframt at hava verið partur av live-útgávu hjá bólkinum, hava tykjast norðmenn at hava fingið eyguni upp fyri føroysku songkvinnunum.

Eitt nú var Eivør Pálsdóttir herfyri í norskum sjónvarpi, sum gjørdi innslag um hana. Tað sjónvarpsbrotið sæst her

 

Eisini fleiri norskir fjølmiðlar hava ummælt nýggju fløguna hjá Eivør, »Larva«. Bæði VG og Østlending hava hava gott at bera útgávuni. Tó so, VG heldur, at framleiðslan og heildin ikki stendur mát við klokkureinu røddina hjá Eivør. Har fær »Larva« tríggjar av seks møguligum stjørnum.

»Vokalen er tindrende klar, men produksjonen og helheten umoderne, gubbesynthete og datert. En mer nytenkende produsent kunne gjort mirakler«, skrivar VG.

 

Hinvegin gevur Østlendingen fløguni fimm av seks møguligum. »Eivør gir oss noe så sjeldent som spennende popmusikk, en mangelvare i våre dager. Det er intens og variert musikk framført med sterk innlevelse og flotte arrangement selv om de av og til tipper noe over i det pompøse«, er rósandi orðini frá Østlendingen.