Eitt vet færri

Nú klokkan nærkast átta hava heldur færri valt prosentvís, tó at fleiri fólk í tali hava valt nú enn við seinasta val Nú fimm minuttir undan at valhølið á Hálsi letur aftur, sýna seinastu uppteljingar, at 9445 fólk hava verið á vali, íroknað tey 845, sum hava valt við brævatkvøðu.

Hetta eru 86 fólk fleiri enn klokkan sjey við valið í 2004, men kortini bert 83,8% av veljarunum móti 84,2% somu tíð fyri fýra árum síðani.

Nú beint áðrenn hølið letur aftur er mest sum menniskjatómt í høllini, burtursæð frá teimum 40-50 fólkunum, sum eru til arbeiðis í sambandi við valið.

Portalurin fylgir við uppteljingini á Hálsi, og kemur við fleiri úrslitum, so hvørt tey verða at frætta.