- Tað sum nú verður rópt at føra landspolitikk og til gagns fyri heildina, fer sum frá líður bert at verða ein poltitkkur, sum kemur at umfata ein part av landinum, tí tað verður roknað sum ?landið? og ?heildin?, meðan restin av landinum verður útarmað, sigur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður og løgtingsformaður, sum ávarar ímóti uppskotinum hjá Edmund Joensen, løgtingsformanni at skipa Føroyar sum eitt valdømi
- Valskipanin verður lættari at umsita. Tá valið er upptalt er bert at fordeila teir 31 tingsessirnar lutfalsliga eftir atkvøðutalinum, og á teim ymsu listunum eftir persónliga atkvøðutalinum. Einki meira roks við at velja umboð úrymiskum pørtum av laninum og eingir trupulleikar av at rokna út eykamantadir. Einki við fleiri valnevndum, einki við uppstillingum í ymiskum valdømum, einki við valfeløgum hjá flokkunum í hvørjum valdømi sær, øll skipanin verður miðsavnað, bæði viðvíkjandi valfyrisitingini og hjá teim ymisku flokkunum.
Jógvan Sundstein heldur ikki, at argumentið um, at nú kann koyrast til 85% av landinum heldur.
- Jú, hetta er eitt framstig, men harfrá og til at siga, at fólk í t. d. Gásadali júst hava somu áhugamál í øllum førum sum tey á Viðareiði, tí at nú er lættari at koyra millum plássini, virkar ikki sannførandi, heldur Jógvan Sundstein.
Hann tekur heldur ikki undir við argumentinum um betri kvinnuumboðan við einum valdømi:
- Tað er rætt, at kvinnuumboðanin á tingið er ov fáment. Men kvinnur og menn hava sum persónar sama virði. Tí mugu tey eisini kappast á jøvnum føti um at verða vald í tingið. Tað kunnu tey gera eins væl úti í teim ymsu valdømunum sum undir eini sentralstýrdari valskipan. Sum persónar og menniskju eiga øll at vera líka fyri lógini, sigur hann.
Jógvan Sundstein vísir á, at so at siga allar útbyggingar, sum eru gjørdar í lokaløkjum, hava gagnað heildini. Hann vísir t. d. á tunlarnar í Suðuroynni og í Norðoyggjum í sekstiárunum, sum serliga Petur Mohr Dam og Hákun Djurhuus høvdu æruna av. Hann vísir eisini á suðuroyarskipið Smyril frá 1975, sum hann so avgjørt heldur gagnaði heildini.
- Í heila tikið hava allar útbyggingar bæði beinleiðis lokalt og sambindingarleiðir hjálpt heildini. Hvar vóru vit, um framhaldandi langt var eftir at bíða eftir einum Vágatunnli ella Norðoyatunnli. Hvar var búskaparliga framgongdin og heildarmøguleikarnir í landinum? Og nú er Sandoyartunnilin aftur á breddanum. Aftur ljóðar frá ?heildarapostlunum? um, at hetta má útsetast. Hetta minnir meg á, tá so framkomnir búskaparfrøðingar sum Torkil Kristensen saman við øðrum ávaraði í 1978 móti at byggja Stórabeltsbrúgv í Danmark, tí tað var búskaparliga óforsvarligt. Nei tað óforsvarliga liggur í, at, í hesum føri, Sandoyggin, sum týðandi partur av Føroya landi ikki kemur til sín rætt og fær givið sítt íkast til vøkstur av føroyska búskapinum.
Fylgjur av uppskotinum hjá løgtingsformanninum:
1. Føroyar sum eitt valdømi gera valskipanina lættari. Vit fáa nakað sum líkist núverandi kommunuvalskipanini.
2. Nakrir persónar, sum ?eru í vanda? fyri ikki at vera afturvaldir eftir núgaldandi skipan, helst kunnu verða valdir eftir nýggju skipanini.
3. Vit fáa eitt Løgting, sum ikki kemur at umboða Føroya land á ein geografisk rættan hátt
4. Demokratiska prinsippið um, at allir partar av landinum hava trygd fyri umboðan verður slept.
5. Nærdemokratiið, sum í dag trívist í teim lokalu politisku feløgunum, heldur uppat, tí uppstillingarnar fara fram sentralt, og sum frá líður uttan ávirkan frá fólki runt um í landinum.
6. Í dag er møguleiki fyri at ?vanlig? fólk verða vald í núverandi valdømum. Stórur møguleiki er fyri, at hetta ikki verður møguligt, tá ein tíð er farin, tí alt verður meira og meira politiskt ?professionelt?.
7. Politiskir listar við 41 valevnum fyri hvønn flokkin fara fullkomuliga at ørkymla fólk, og einstøku valevnini hava ongan møguleika, eru tey ikki vælkend frammanundan.
Hetta eru nakrar av fylgjunum. Men tað ringasta er, at tað sum nú verður rópt at føra landspolitikk og til gagns fyri heildina, sum frá líður bert verður ein poltitkkur, sum kemur at umfata ein part av landinum, tí tað verður roknað sum ?landið? og ?heildin?, meðan restin verður útarmað.
Lesið alla greinina hjá Jógvan Sundstein her <a> <a href=http://www.sosialurin.fo/main.cfm?e=2655&article=105985>Lesið alla greinina hjá Jógvan Sundstein her <a>