Eitt tiltak fyri øll sølufólk í Føroyum

- Ársins Søludagur 2014 - er eitt tiltak fyri øll sølufólk, sigur Niclas Heri Jákupsson.

Mikudagin 9. apríl verður Norðurlandahúsið karmur um eitt stórt og spennandi tiltak, sum er ætlað øllum sølufólkum í Føroyum og teimum fólkum, sum dagliga fást við sølu. Tað er føroyska fyritøkan Fegin og danska fyritøkan Navitas, sum standa fyri hesum tiltaki – og bjóða fyrireikararnir eina fjøltáttaða og viðkomandi skrá.

 

- Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri einum slíkum tiltaki, og endamálið við at skipa fyri hesum degi er at seta fokus á, hvussu stóran týdning tað hevur at hava dugnalig og tænastusinnaði sølufólk, sum duga handverkið at selja.

 

Niclas Heri Jákupsson, sum eigur og rekur fyritøkuna Fegin, vísir á, at tú kanst hava tær bestu vørurnar fyri tann rætta prísin, men um kundin ikki følir seg væl saman við sølufólkinum, kann alt gera tað sama.

 

- Tað er jú kundanum vit liva av, og tað er hann, sum í síðsta enda betalir lønina. Følir kundin ikki, at sølufólkið vísur honum áhuga og virðing, fer hann aðrstaðni at keypa tað, hann hevur brúk fyri.

 

Tað sigur Jens Poulsen hjá donsku fyritøkuni Navitas. 

 

- Vit hava eina følltáttaða og viðkomandi skrá, bæði tá talan er um, hvussu vit best samskifta við kundan, hvussu vit best brúka okkara kroppsmál, hvat vit kunnu gera fyri at tora betri at selja, um meirsølu og nógv nógv annað, sigur Jens Poulsen.
 
Á Ársins Søludegi 2014 verða bæði danskir og føroyskir fyrilestrahaldarar. Kendastur av teimum øllum er helst danski kaffikongurin og vinnulívsmaðurin, Kenneth Luciani, sum er eigari, stovnari og stjóri á kendu donsku kaffiketuni Baresso Coffee.

 

Danin Jesper Bergstrøm fer at tosa um týdningin av at brúka kroppsmálið rætt, tá tú selur. Kanningar vísa, at tá vit samskifta við onnur – eisini við ein kunda – so stendur sjálvt kroppsmálið fyri 80% av sjálvum samskiftinum.

 

- Tí er umráðandi at vita, hvussu vit best brúka okkara kroppsmál.

 

Niclas Heri Jákupsson er ein av fyrireikarunum og hevur fingist við sølu alt sítt vaksna lív. Hann fer at hava ein frískan og livandi fyrilestur um, hvussu vit best samskifta við kundan, og hvussu vit best seta kundan í fokus.

 
Umframt fyrilestrar, vera eisini tríggjar stytri framløgur við føroyskum stjórum. Hesir stjórar koma við sínum boði upp á, hvat teir halda hevur týdning, tá talan er um sølu.

 

Johanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship og sum er Ársins Leiðari, fer at hugleiga um, hvat kann geva íblástur. Pól Huus Sólstein, sølustjóri í North Pelagic, fer at tosa um, hvussu stóran týdningin tað hevur at brúka sítt netverk, tá talan er um altjóða sølu - og stjórin í Expert, Høgni Zachariassen, fer at hugleiða um sølu og meirsølu.

 

Ársins Søludagur 2014 verður settur av vinnumálaráðharranum, Jóhan Dahl og dagurin endar við skemti, sum Jákup Veyhe tekur sær av.

 

Meira um Ársins Søludag 2014 kann lesast á www.soludagur.com