Eitt tiltak fyri landið

Tað var borgarstjórin, sum leygarmorgunin beyð fólki vælkomin á Føroya Sjómannadag og til hátíðarhald hjá Klaksvíkar kommunu

Sjómannadagur

 

Steinbjørn O. Jacobsen segði, at hetta er fjórðu ferð - og fjórða árið á rað - at fiskivinnuhøvuðsstaður føroyinga bjóðar øllum føroyingum til Føroya Sjómannadag.

- Hesir árligu hátíðardagar fyri høvuðsvinnu okkara eru soleiðis komnir fyri at vera, og tað fegnist eg um.

Hann segði, at klaksvíkingar eru sera fegnir um, at Føroya Sjómannadagur í roynd og veru er vorðin eitt tiltak fyri alt landið.

 

Viðkomandi dagur

- Einki kann vera meira viðkomandi og sjálvsagt enn tað, at tey, sum búleikast og virka í fiskivinnuni, taka hesar dagar úr kalendaranum, leggja amboð og skyldur frá sær eina løtu og taka sær av løttum saman við starvsfeløgum og fólki annars.

Borgarstjórin segði, at Klaksvíkin kennur tað sum ein heiður og eina gleði at kunna bjóða Føroya fólki hjartaliga vælkomin at vitja fiskivinnuhøvuðsstað føroyinga.

- Eg vóni, at vit fáa nógvar góðar løtur saman, bæði til gamans og álvara, segði Steinbjørn.

 

100-ára hald

Hann vísti á, at sum nakað serstakt í ár fellir sjómannadagurin í ein ávísan mun saman við, at Klaksvíkar kommuna í ár hátíðarheldur, at 100 ár eru liðin, síðan kommunan gjørdist sjálvstøðug.

- Uttan at blanda hesi sjálvstøðugu tiltøk saman, vil eg sjálvandi eisini bjóða øllum føroyingum vælkomnum til tey tiltøk, sum okkara lokala 100-ára hátíðarhald bjóðar, segði Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, tá hann beyð vælkomin leygarmorgunin.