Eitt tilmæli er eitt tilmæli - Anfinn Kallsberg

Nú er løgmaður komin undan dýnuni á Viðareiði og er farin til verka.

Hann tevjar blóð - tjóðveldisblóð. Orsøkin er setanin av landsantikvari.
Við jøvnum millumbilum koma nevndir og stovn-ar við tilmælum til okkara landsstýrismenn. Hetta eru tilmæli og verða og eiga at verða handfarin, sum tilmæli.
Metir landsstýrismaðurin at tilmælið er rætt og skilagott so fylgir hann tí, annars tekur hann eina aðra støðu.
Sum dømi kunnu nevnast tey fakligu (og helst ópolitisku) tilmælini frá Fiski-rannsóknarstovuni o.ø. við. Nær er eitt slíkt tilmæli fylgt.
Nevndarlimir og -formenn hava enntá sagt seg úr starvi, tí teir meta tað ósakligt, politiskt, ófakligt og skaðiligt, at teirra tilmæli ikki eru fylgd av landstýrismonnunum.
Í hesum málinum hava vit havt eina setanarnevnd, ið hevur givið landsstýrismanninum eitt tilmæli. Landsstýrimaðurin var ikki nøgdur við arbeiðið hjá nevndini og gav henni ein møguleika afturat at koma við einum tilmæli, ið var nóg væl undirbygt til at taka støðu útfrá. Men tað fekk hann ikki. Tí tók hann málið í egnar hendur.
Tað hevur hann fulla heimild til. Og hann hevur skyldu til at fylgja síni sannføring og ikki lata seg noyða at fylgja einum tilmæli, sum hann ikki metir vera nóg væl grundgivið.
Finnbogi Arge fylgdi ikki tilmælinum frá setanarnevndini tá Oyvindur Brimnes bleiv settur sum Landsverkfrøðingur, Bjarni Djurholm fylgdi ikki tilmælinum, tá nevndin í Framtaksgrunninum varð vald, Helena Dam á Neystabø fylgdi ikki tilmælinum frá setanarnevndini tá kommunulæknin Turið Petersen var sett í Suðurstreymi, Høgni Hoydal fylgdi ikki tilmælinum frá setanarnevndini tá Rúni Joensen var settur, sum aðalstjóra í Løgmálaráð-num.
Og legg til merkis, hetta fekk ongar avleiðingar. Og ongar kanningar vóru settar í verk.
Løgmaður vil hava hevnd fyri Jørgin!
Tað kann hann til einhvørja tíð fáa. Hann hevur heimild at siga ein landsstýrismann úr starvi, tá tað passar honum. Legg til merkis: TÁ TAÐ PASSAR HONUM, og hetta málið sær út til at PASSA honum.
So hann er komin ta longu leið undan síni fjálgu dýnu á Viðareiði til at verða formaður í drápinum av einum landsstýrismanni, og sjálvandi vil hann hava at drápið skal ganga skjótt fyri seg. Nú fáa vit at síggja, um hann heldur landsstýrismannin til ella letur hann sleppa.