Eitt ótal av barnafamiljum eru sett í gapistokkin: Helena hevur snýtt okkum so dyggiliga

? Landsstýrið hevur so dyggiliga brotið eina avtalu, sum varð gjørd við kommunurnar um barnaansingina

Áki Bertholdsen


? Tað er harmiligt at ásanna tað: Men nú mugu so staðfesta, at tað ber altso ikki til at gera eina avtalu við landsins hægsta, umsitingarliga vald: Føroya Landsstýri.

Elin Lindenskov, býráðslimur í Havn, sigur, at nú hevur Helena Dam á Neystabø so dyggiliga brotið avtaluna, sum føroysku kommunurnar gjørdu við landsstýrið fyri einum góðum ári síðani um barnaansing.

Elin Lindenskov er fyrrverandi formaður í sosialu nevnd í Tórshavnar býráð og var sostatt við til at gera avtaluna við Føroya Landsstýrið.

Barnaansingin er ein stórur trupulleiki fleiri staðni í Føroyum, ikki minst í Havn.

Og kommunurnar gjørdu nettupp avtaluna við landsstýrið fyri at seta ferð á arbeiðið at útvega fleiri ansingarpláss.

Tað vakti annars mikla øsing í kommununum, tá ið landsstýrið minkaði sín part av útreiðslunum til barnaansingina úr 40% niður í 35%, samstundis sum parturin hjá kommununum varð hækkaður úr 30% upp í 35%.

?Kommunurnar mótmæltu harðliga. Men at enda gingu vit við til at broyta býtið ímillum land og kommunur, men bara í tvey ár, tvs í 1998 og 1999, sigur Elin Lindenskov.

? Orsøkin til, at vit gingu við til tað, var, at hetta fór at geva landsstýrinum fimm milliónir eyka hvørt árið til barnaansingina.

? Tvs, at landsstýrið fekk tilsamans 10 milliónir meiri tey bæði árini 1998 og 1999 til barnaansing.

? Hesa upphæddina lovaði landsstýrið at brúka til barnaansingina so at tørvurin kundi verða nøktaður. Tað var hetta lyftið frá landsstýrinum, sum fekk kommunurnar til yvirhøvur at gera avtaluna við landsstýrið um at broyta prosentini.

Fyrrverandi formaðurin í Sosialu nevnd hjá býráðnum í havn sigur, at eftir hesi avtaluni hevði tað borið til at økt talið á barnaansingarplássum heilt munandi hesi bæði árini.


Helena lumpaði

Hon sigur, at tað tí var í góðum treysti at Tórshavnar kommuna rættiliga legði til brots fyri at fáa fleiri barnaansingarpláss.

?Men nú hendir tað heilt ótrúliga, at á uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár, ætlar landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, bara at seta 1,5 milliónir av til barnaansing.

? Hetta er ikki nóg mikið til fleiri enn 50 dagstovnarpláss, ella 100 dagrøktarpláss-um alt landið, sigur Elin Lindenskov.

Og hetta nøktar verri enn so tørvin á barnaansingarplássum. Tí tilsamans hevur landsstýrið fingið umsóknir frá 12 kommununum um tilsamans 235 ansingarpláss, segði landsstýrismaðurin í tinginum í svarinum til fyrispurning frá Kristjani Magnussen løgtingsmanni, sum hevur reist málið. Tilsamans hevði tað kostað landskassanum 5,3 mió.

Tað var Kristjan Magnussen, sum var landsstýrismaður á økinum, tá ið avtalan varð gjørd.

Tórshavnar kommuna einsamøll hevur søkt um fígging til 127 pláss.

Nú veit kommunan ikki, hvussu nógv pláss, hon fær fígging til, men tað verður bara eina brotpart av tí.


Skelkandi

Elin Lindenskov heldur, at tað er ikki sørt skelkandi, at sjálvt Føroya landsstýrið ber seg soleiðis at.

? Landsstýrið hevur brotið eina greiða avtalu við kommunurnar. Men hetta vísir bara, at tað ber ikki til at gera avtalur við Føroya landsstýrið- og tað er í veruleikanum nógv fyri at noyðast at ásanna tað, sigur hon.