Eitt spennandi flogbóltsár er í væntu

(SportBoxin) Magnus Tausen, formaður í flogbóltssambandinum vitjaði sendingina, SportBoxin á Rás2 fyrrapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin.

 

Fyrst var nomið við spennandi landsliðskappingarnar, um U17 landsliðini hjá kvinnum og monnum fara at kappast í komandi dagarnar. Í norðurevropeiskari kapping í Ikast í Danmark skulu føroysku U17 landsliðini kappast ímóti Danmark, Onglandi, Svøríki, Noregi, Ìslandi og Finnlandi.

 

Nomið var eisini við landskappingina, har Magnus Tausen væntar, at talan verður um eina spennandi kapping í bestu deildunum hjá bæði kvinnum og monnum.