Ein tann feskasti dagstovunurin í høvuðsstaðnum er tann í Maritugøtu í Hoyvík, Stovnurin hevði fríggjadagin eitt ára føðingardag, og tað var vorðið sum dagur hjá teimum smáu, ið hava sína dagligu gongd á stovninum.
Rógvi undirhelt
Børnini á teimum trimum stovunum, Smálambadalurin, Kettuvík og Haruurðin, fingu sanniliga at merkja, at føðingardagur var í húsinum. Borðreitt var við kaku og bollum, og á miðdegi fingu børnini eisini døgurða.
Prikkurin yvir i'num hjá børnunum var seinnapartin, tí tá ið vitjaði gyklarin Rógvi, sum tey flestu av børnunum kenna aftur frá sjónvarpinum, har hann er fastur fúsur hvørt fríggjakvøld saman við drekanum hjá sær.
Rógvi trøllabant børnini við sínum gandakynstrum, og tá ið hann endaði við at blása sápubløðrur út í alt rúmið til børnini, var fagnaðurin stórur. At Rógvi endaði framførsluna hjá sær við at bjóða øllum børnunum ein slikkipinn, gjørdi tað heldur ikki verri.