Ein 50 ára gamal maður varð í Føroya Rættií dag dømdur eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava misnýtt eina unga gentu heilt frá tí hon var níggju ára gomul.
Maðurin varð dømdur fyri at hava gjørt seg inn á gentuna við øðrum kynsligum ágangi enn samlegu tá gentan var níggju ár, og tað var eitt fohold fyri seg í fýra forhold longu ákæruni.
Maðurin var eisini dømdur fyri í ónevndum førum at hava gjørt seg kynsliga inn á gentuna við at nýta ymiskar lutir móti henni, bæði meðan hon var undir 12 ár og meðan hon var millum 12 og 15 ár.
Forholdini trý og fýra snúðu seg um kynsligan ágang eftir at gentan var fylt 15 ár, men her varð maðurin frídømdur fyri harðskap ella hóttan um harðskap.
Maðurin fekk eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing, og tað kann tykjast ógvuliga væl sloppið, tá hugsað verður um onnur mál um kynsligan ágang, ið hava verið frammi í seinastuni. Men hetta hevur kortini sína frágreiðing.
Í 2009 vóru revsikarmarnir í eitt nú málum um kynsligan ágang munandi herdir. Eitt líknandi mál, sum í farnu viku gav hálvtannað ár treytaleysa fongsulsrevsing fyri neyðtøku, hevði undan herðingini í 2009 kostað seks mánaðar fongsul.
Á sama hátt hevði tað kostað dømda manninum munandi strangari revsing, var siðamisbrotið farið fram eftir herðingina í 2009.
Maðurin, ið skal rinda órættaðu gentuni 30.000 krónur í endurgjaldi umframt sakarmálskostnaðin, tók við dóminum, meðan ákæruvaldið umbað sær umhugsingartíð at kæra dómin.